- Ikki óvæntað

Eyðfríð Kristiansen:
Eiðiskvinnan á HB-liðnum, Eyðfríð Kristiansen, var ikki so ovfarin av úrslitinum í steypafinaluni.

? Vit vistu, at KÍ-kvinnurnar hava eitt betri lið enn okkara, og tí var úrslitið ikki so óvæntað segði miðvallarin eftir dystin.

Eyðfríð vísti eisini á, at byrjanin uppá dystin oyðilegði taktiska uppleggið, tí ætlanin var at halda fast fyrsta hálva tíman, og harvið frustrera KÍ-liðið, men hetta miseydnaðist fullkomiliga, greiddi Eyðfríð frá.

Eyðfríð Kristiansen hevur verið í steypafinalum seinastu fimm árini, og finalan í ár verður avgjørt ikki ein, ið hon fer at minnast á aftur við gleði. Eyðfríð hevur vunnið tríggjar finalur seinastu árini, meðan tvær finalur eru taptar.