Sambært danska forsætisráðharranum var lítið komið burtur úr veðurlagsfundinum hjá G8-londunum, var Barack Obama ikki vorðin forseti í USA Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, er væl nøgdur við tað, sum kom burtur úr veðurlagstingingunum á G8-toppfundinum í Italia, og at tað gevur vónir um eitt gott úrslit á ráðstevnuni í Keypmannahavn í desember.
Men forsætisráðharrin er sannførdur um, at uttan amerikanska frosetan, Barack Obama, hevði úrslitið ikki verið tað, sum tað bleiv.
Lars Løkke Rasmussen sigur við DR, at hevði tann nýggja stjórnin í USA ikki lagt á annan bógv enn tann gamla og átikið sær ta neyðugu ábyrgdina, hevði lítið komið burturúr.
Hann vísir eisini á, at eftir uppskoti frá Obama hava 16 av teimum mest dálkandi londunum sett seg niður at fyrireika seg til ráðstevnuna í Keypmannahavn.










