– Ikki uppiborið

– Nei, eg haldi ikki tað er uppiborið, at teir vinna, tá vit føra væl inn í seinna hálvleik. Tað sigur Birgir Jørgensen, sum skoraði fyrsta málið hjá VB/Sumba í gjár.

Sterki áleyparin metir grundina fyri mista sigurin vera, at miðvøllurin ikki heldur seg til, sum frammanundan var avrátt.

– Vit vita, at EB/Streymur hevur ein sterkan miðvøll, og tí fara vit og pressa teir. Hetta megna vit eisini tann fyrsta tíman, men so sleppa vit trýstinum og so eru teir við aftur. Tað, sum EB/Streymur fær í dystinum, er tað, vit geva teimum, sigur Birgir Jørgensen avgjørdur og vísir so á saknin í Evrard Ble.

– Her hevði Ble verið “nydeligur” at havt á miðvøllinum, ein sterkan miðvallarleikara, sum dugir at halda uppá bóltin.

Annars hevur Birgir Jørgensen ikki nógv gott at bera avrikinum frá dagsins dómara, sum hann metir átti at víst bæði Egil á Bø og Ronnie Samuelsen av vøllinum.