Ikki tvingast til at brúka høgru

Heilin ávirkast, tá lám verða noydd at skriva við høgru hond. Tað vísir gransking, sum Hvidovre Hospital hevur gjørt. Granskingin vísir nevniliga, at heilin hjá vaksnum, sum vórðu noydd at skriva við høgru hond sum børn, er broyttur, men granskarar kenna enn ikki allar avleiðingar av hesi broyting.

- Eins og utttanlands var hetta fyribrygdi væl kent í Føroyum. Her var eisini bert ein røtt hond at skriva við. Tey, sum vóru lám, vórðu noydd til at skriva við høgru hond, so tey kundu læra at skriva rætt, sigur Granskingarráðið - gransking.fo - og vísir til greinina í videnskab.dk

Lagt verður aftrat, at í dag kunnu føroyingar kanska flenna at tí gamla skúlanum, men í summum londum er hetta enn veruleiki.

- Mong teirra, ið vórðu noydd at skriva við høgru hond, hava í dag trupulleikar við skriving sum heild. Hetta gevur orsøk til at hugsa og seta spurning við, hvør orsøkin er til hesar trupulleikar.

Hendan lítla broytingin at flyta pennin frá vinstru til høgru hond, kann tykjast at vera ósek og óskaðilig, men kann í veruleikanum hava fylgir.

Gransking, sum ein danskur yvirlækni á Hvidovre Hospital hevur gjørt við hjálp frá MR-skanningum, sum er heilaskanning, vísir, at broytingin við at noyða børn, sum eru lám at skriva við høgru hond, kann seta djúp og varandi spor í heilan.

- Okkara gransking vísir, at tað er ógjørligt at fáa ein, ið er lám, til nattúrligt at skriva við høgru hond. Í staðin lagar heilin seg til hesa nýggju uppgávuna við at minka onnur økir inni í teimum djýpru kjarnunum í heilaum. Hetta er sera undrunavert og áhugavert, staðfestir Hartwig Siebner, yvirlækni.