Í leygardagsblaðnum skrivaðu vit, at tli komandi nevndarvalið hjá Fótbóltssambandinum stóðu tveir nevndarlimir fyri vali, og at hesir vóru Jákup Simonsen og Karl Vidtfeldt.
Hetta var tó ikki heilt rætt. Tríggir nevndarlimir skulu nevnliga veljast í nevndina. Umframt sessirnar hjá teimum báðum, Jákupi og Karl, er talan um nevndarsessin hjá Dánjali Andreasen. Hesir verður sum kunnugt formaður eftir komandi aðalfundin, og tískil er her talan um ein leysan sess hjá valevnunum at stríðast um.
Vit biðja lesararnar halda okkum til góðar hesum viðvíkjandi.










