Tað er ikki útselt til dystin í kvøld millum Týskland og Føroyar á AWD leikvøllinum í Hannover. Í 2002 vóru áleið 36.000 áskoðarar. Tað verður roknað við áleið tí sama í kvøld, men AWD-leikvøllurin tekur í dag heili 49.000 áskoðarar.
Ronkað verður við, at tað verða eins nógvir áskoðarar og í 2002, tá leikvøllurin var fullsettur. Men undan HM endaspælinum í 2006, sum var í Týsklandi, varð AWD leikvøllurin umbygdur, so hann nú tekur 49.000 áskoðarar.
Á tíðindafundinum í gjár, segði miðlaumboð fyri Hannover 96 og týskalandsliðið, at tað eru seld góð 30.000 atgongumerki til dystin í kvøld móti Føroyum. Hann segði somuleiðis, at roknað verður við at tað verða áleið 36 til 37.000 áskoðarum.
Niedersachsen stadion varð bygt í 1954 og tók ikki færri enn 86.000 áskoðarar, men er síðani umbygt fleiri ferðir. Í 2002 skifti leikvøllurin navn til AWD stadion.










