Føroya Lærarafelag hevur boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar limir sínar, sum kunnu fara í arbeiðssteðg, tvs. allar sáttmálasettar lærarar í fólkaskúlanum. Harafturat hava vit boðað frá blokadu.
Hetta er gjørt eftir reglunum í Høvuðsavtaluni millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið.
Føroya Lærarafelag hevur hildið seg til reglurnar.
Men Fíggjarmálastýrið hevur longu 14. februar givið lønardeildini hjá Undirvísingar- og mentamálastýrinum boð um ikki at gjalda lønina fyri mars út til teir forútbetaltu sáttmálasettu lærararnar. Hóast Føroya Lærarafelag hevur mótmælt hesum, hava vit í dag fingið váttan fyri, at lønardeildin hjá UMMS ongi onnur boð hevur fingið. Tey eru í dag farin at fyrireika lønarútgjaldingarnar til lærarar í fólkaskúlanum.
Føroya Lærarafelag veit væl, at í Danmark verður lønin steðga upp undir arbeiðssteðg hjá forútløntum, men tá er tað eftir greiðari avtalu millum partarnar.
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið hava onga avtalu um slíka mannagongd.
Tí er hetta ein grov provokatión og brot uppá sáttmálan fyri teir sáttmálasettu lærararnar í fólkaskúlanum. Í sáttmálanum millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag stendur í § 4, stk. 4: Lønin verður goldin mánaðarliga ?. og í seinasta lagi síðsta dag í mánaðnum, sum peningastovnarnir hava opið.
Hvat nú um semingsmaðurin útsetur arbeiðssteðgin eina viku?
Skal tann parturin av teimum sáttmálasettu lærarunum, sum eru forútlønt, arbeiða fyri onga løn?
Nei, tað verður av ongum!!
Nevnd Føroya Lærarafelags hevur tí samtykt, at um teir forútløntu sáttmálasettu lærararnir ikki hava lønina í seinasta lagi kl.10 týsdagin 29. Februar, fara teir undir ongum umstøðum til arbeiðis 1. mars.
Arbeiðsgevararnir tosa so søtt um spælireglar í samband við Høvusðavtalur.
Okkara roynd við Høvuðsavtaluni er, at tað er fakfelagið, sum skal halda seg til reglurnar, men arbeiðsgevarin/ Fíggjarmálastýrið kann gera, hvat tað vil.
Fíggjarmálastýrið gongur ongatíð undir nakrar spælireglar. Teir tulka reglurnar, sum tað passar teimum best.
Vit hava ikki plikt til at boða frá okkara uppskotum til semingsmenn fyrr enn týsdagin 29. februar.
Føroya Lærarafelag rennur ikki á leistum fyri Fíggjarmálastýrinum, sum støðan er nú.
Føroya Lærarafelag
Elsa Birgitta P. Petersen









