Ikki til uttan hjálp

Amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Timothy Geithner,vísir aftur tíðindum um, at teir amerikonsku stórbankarnir høvdu klárað seg ígjøgnum fíggjarkreppuna uttan almenna hjálp.

Goldman Sachs, Bank of America, JPMorgan Chase, Morgan Stanley og aðrir bankar fingu tíggjutals milliardir dollarar í hjálp úr ríkiskassanum. Nú hava teir goldið tí almenna alt aftur, og samstundis halda teir uppá, at teir høvdu als ikki brúk fyri hjálpini.

Men tað avsannar Timothy Geither. Hann sigur við Bloomberg News, at uttan hjálpina høvdu fleiri av stórbankunum farið av knóranum.