Dagliga er hann er í læru sum sølumaður hjá Idé-Møblum, men beint nú snýr tað seg ikki um at selja møblar, men ein politiskan boðskap. Og Jógvan Skorheim hevur ikki ligið á tí latu síðuni. Longu fyri eini tveimum mánaðum síðani byrjaði hann at gera vart við seg á heimasíðuni hjá Norðlýsinum, og stutt eftir fekk hann sær sína egnu heimasíðu, har hann greiðir frá sínum politisku sjónarmiðum, og hví hann stillar upp.
Vil takast í álvara
Jógvan heldur, at ein tann størsti vansin við at vera so ungur, tá tú stillar upp, er, at fólk eru eitt sindur í iva um, um tú meinar tað í álvara.
- Tað er nokk ongin loyna, at onkrir flokkar fegin vilja hava ung valevni fyri at pynta eitt sindur uppá listan. Ung valevni kunnu kanska lokka ungar veljarar til og annars vera tekin um, at flokkurin hevur áræði og ikki er bangin fyri nýggjum avbjóðingum, sigur Jogvan, sum viðgongur, at ein av orsøkunum til at hann hevur gjørt so nógv burturúr valstríðnum er fyri at sannføra veljarnar um, at hann meinar nakað við tað, nú hann stillar upp.
- Hetta er farið við nógvari tíð og orku, men eg geri tað, tí eg haldi, tú skyldar veljarnum at fortelja, hvar tú stendur og veruliga trúgvi uppá, at eg havi nakað at bjóða, tá tað ræður um at fáa Klaksvík og klaksvíkingar burtur úr gamlari vanahugsan og koma víðari, sigur Jógvan.
?Hatta plaga vit ikki?
Seinasta fríggjadag brúkti Jógvan ein stóran part av degnum uppá at fáa allar flokkarnar at vera við til ein stóran politiskan valfund í Ósaskúlanum. Tey ungu valevnini hildu tað vera eitt fínt hugskot, men tað gekk heldur strilti at fáa tey eldru við.
- Eg veit framvegis ikki rættiliga hví, men eg fekk í øllum førum at vita, at tað als ikki var vanligt, eitt eitt nýtt, ungt valevni tók stig til slíkt, og at man annars ikki plagdi at hava valfund til býráðsval. So kanska er tað uppá tíðina, at vit koma burtur frá onkrum av øllum tí, man ?plagar?, og fær eitt sindur av nýhugsan inn í býráðið, sigur Jógvan, sum ikki er bangin fyri, at hann kemur at sita og samla støv, um hann sleppur inn.
- Tú velur sjálvur, hvussu tín leiklutur sum býráðspolitikari skal sígga út. Og eg vænti, at tað kann verða ótrúliga avbjóðandi, um tú hevur eyga fyri øllum teimum møguleikunum, sum eru ? annars hevði eg ikki stillað upp, sigur ein spentur Jógvan Skorheim.