Norðlýsið skrivar í dag, at B36 í løtuni arbeiðir við at knýta fyrrverandi KÍ málverjan, Stephen Boyle, at felagnum.
Kristian á Neystabø, formaður í B36 sigur, at tað er rætt, at B36 hevur tosað við Stephen, men sigur í sama viðfangi, at hann als ikki er aktuellur longur.
Undan kappingarárinum hugdu vit eftir, hvørjir málverjar vóru tøkir á marknaðinum, og í hesum sambandi hugdu vit sjálvsagt fyrst eftir málverjum, sum áður hava roynst væl í føroysku kappingini. Tí tosaðu vit eisni við Stephen, men meira enn prát kom ongantíð burturúr.
Kristian sigur víðari, at í dag er fyrrverandi KÍ málverjin álvarsliga skaddur í knænum, og tískil kemur hann als ikki upp á tal til B36 málið, har Tróndur Vatnhamar framvegis eigur fremsta sessin.