Ikki til at vika

Eitt grikskt tangaskip stendur á einum sandrivi í Danmark, og fleiri royndir at fáa tað leyst eru miseydnaðar. Grikska skipið, sum eitur ?Minerva Concert?, stendur á einum sandrivi eystan fyri Samsø, og har hevur tað staðið síðani í gjárkvøldið, tá tað sigldi á rivið, sjálvt um ein danskur loðsur var umborð.

Í dag royndi danska sjóverjan at fáa skipið leyst, men sjálvt um tað var flóð, vikaðist skipið ikki.

?Minerva Concert? var á veg úr Fredericia til Rotterdam við 81.000 tonmsum av ráolju, tá tað sigldi á sandrivið.