Ikki tikin enn

Í meiri enn eitt samdøgur hava servandir franskir hermenn kringsett íbúðina hjá tí 23 ára gamla Mohamed Merah, sum sambært ákæruvaldinum skjeyt tríggjar hermenn og seinni trý børn og ein lærara uttan fyri ein jødiskan skúla í Toulouse.

Vitni siga, at í nátt vóru spreingingar at hoyra, og sambært fjølmiðlunum var tað ein roynd hjá hermonnunum at ræða til kringsetta mannin til at geva seg yvir. Men tað hevur hann ikki gjørt enn.

Enn er einki, sum bendir á, at teir servandu hermenninir ætla sær at leypa á, men keldur siga fyri fronsku fjølmiðlunum, at kringsetingin kann ikki vara leingi afturat. Myndugleikarnir halda, at Mohamed Merah hevur eina Kalashnikov-riflu og fleiri hondvápn hjá sær.

Franska ákæruvaldið sigur, at Merah hevur játtað, at tað var hann, sum skjeyt teir tríggjar hermenninar og tey fýra í Toulouse. Hann skal hava sagt, at hann gjørdi tað fyri at hevna tey palestinsku børnini, sum lata lív í ísraelskum álopum, og fronsku luttøkuna í Afghanistan-krígnum.