Ikki útfarandi í Gøtu

Sløkkiliðið í Gøtu heitir á fólk um ikki at fara út um dyrnar.

RÁS2 SENDIR BEINLEIÐIS Í KVØLD. Søren Djurhuus, leiðari fyri sløkkiliðið í Gøtu, heitir á fólk í bygdini um ikki at fara út um dyrnar.

Tað er lívshættisligt hjá fólki at fara út, sjálvt bjargingarfólkini í Gøtu fara ikki út um dyr, sum veðrið er nú.

Fólk í Gøtu vera eisini biðin um at halda seg burtur frá vindeygum.

Nógvir skaðar eru á sethús og bygningar í Gøtu. Eru skaðar, so verða fólk biðin um at ringja til Alarmsentralin, telefon 112.

Fólk verða hinvegin biðin um at lata vera við at ringja beinleiðis til fólk í bjargingarliðnum í Gøtu.

Ringið í staðin til Alarmsentralin, tlf 112.

Bjargingarfólkini fáa boðini, hóast tey ikki eru uttandura júst nú. Tey gera alt tað, tey eru ment og fara útaftur, so skjótt veðrið loyvir tí.

RÁS2 SENDIR BEINLEIÐIS Í KVØLD.