Ikki talan um verjuloysi

Formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, er bjartskygdur, hóast felagið hevur upplivað stóra frágongd í verjupartinum

Tá tað fyri stuttum frættist, at Djóni Joensen hevði skift frá B36 til NSÍ, vórðu helst mong av teirri fatan, at nú fór at standa illa til í verjupartinum hjá B36 komandi kappingárið.

Frammanundan hevur felagið mist fleiri leikarar, sum hava roynst væl í verjupartinum.Her verður serliga hugsað um Arnbjørn Danielsen, Ninoslav Milenkovic, umframt at tað tykist ivasamt, um Pól Thorsteinsson verður at síggja á B36 liðnum komandi ár. Leggja vit afturat, at liðskiparin Jens Kristian Hansen roynist væl í Skotlandi, har talan kann gerast um eina varuga avtalu við Ayr United, kann tykjast sum um, at allur verjuparturin á liðnum er fokin. Mong viðhaldsfólk høvdu helst vónað, at Djóni fór at teljast millum teirra, sum komu at manna nýggju verjuna, men nú verður hann so heldur ikki við.

Eingin vandi

Kristian á Neystabø sigur við Sosialin, at leiðslan í felagnum sjálvandi harmast um, at leikarar skifta til onur feløg, men hann leggur afturat, at um teir mettu hetta vera ein trupulleika, so varð eisini nakað gjørt fyri at loysa henda.

Formaðurin heldur hinvegin, at verður hugt at verjuni seinastu tvey kappingarárini, so var talan tá um ein nógv størri trupulleika.

Tá hevði felagið ongar verjuleikarar, so av neyð vórðu Jens Kristian og Pól, sum báðir vóru framrættaðir miðvallarar, fluttir oman í verjuna.

Sum kunnugt eydnaðist hetta stak væl, og teir báðir myndaðu eisini landsliðsverjuni, har Arnbjørn Danielsen, sum var fluttur úr álopinum, eisini var inni í myndini.


Heldur ein fyrimunur

Kristian heldur sostatt ikki, at talan er um nakra neyð, hvat viðvíkur verjuleikarum, og leggur hann afturat, at við tí spæliháttinum, sum fremsta lið felagsins hevur ognað sær seinnu árini, er alneyðugt, at teir leikarar, sum manna verjuna, hava góðan bóltførleika, og at tað

tískil heldur er at rokna sum ein fyrimunur, tá miðvallarar verða fluttir oman í verjuna.

Júst hvørjar leikarar talan verður um, er ikki greitt enn, men er hetta ein spurningur, sum nýggi venjarin skal taka støðu til, tá hesin kemur til landið um mánaðarskiftið.