Ikki talan um norskan ES-limaskap

Norðmenn vilja ikki hoyra talan um, at landið skal fara upp í ES, og hevði fólkaatkvøða verið um spurningin nú, hevði svarið verið eitt rungandi nei.

Í einari nýggjari meiningakanning, sum kanningarstovnurin Synovate hevur gjørt, siga heili 72 prosent nei til at fara upp í ES. Bara 12 prosent siga ja.

Sjálvt teir flestu veljararnir hjá Høyre, sum er fyri ES-limaskapi, siga nei. Framsøgumaðurin hjá flokkinum, Nikolai Astrup, sigur við Dagsavisen, at viðurskiftini í londum sum Grikkalandi og Italia munnu hava sína ávirkan á støðutakanina hjá norðmonnum.

Norðmenn hava tvær ferðir verið á fólkaatkvøðu um at fara upp í ES, í 1972 og í 1994, men svarið var nei báðar ferðir.