– Uppgávan hjá Jacob Vestergaard er at fremja politiska viljan hjá Miðflokkinum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum í felag, sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.
Tað er ikki semja í samgonguni um at privatisera landsjørðina. Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin sigur stutt og greitt í eini fráboðan, at landsjørðin ikki skal einskiljast. Hann tekur beinleiðis landsstýrismannin av ræði.
– Jacob Vestergaard er landsstýrismaður fyri samgonguna millum Miðflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin. Hansara uppgáva er at fremja politiska viljan hjá hesum trimum flokkum í felagi. Grundarlagið er samgonguskjalið, sum varð undirskrivað 14. novembur 2011, sigur Bill Justinussen og vísir á hvussu landbúnaðarpolitikkurin er orðaður í samgoguskjalinum:
– Hildið verður fram at dagføra landbúnaðarlóggávuna. Málið er, at vit í størri mun gerast sjálvbjargin innan framleiðslu av landbúnaðarvørum og fóðri. Arbeiðið at varðveita føroysk húsdjór verður raðfest frammarlaga.
– Her er ikki eitt orð um einskiljing. Skal ein landsstýrismaður reka politikk, sum ikki er avtalaður í einum samgonguskjali, skal hann fyrst tryggja sær fulla undirtøku í samgonguni. Tað hevur Jacob Vestergaard ikki gjørt í sambandi við hansara ætlanir um at einskilja landsjørðina. Tí verður landsjørðin ikki einskild, og tí verður heldur onki uppskot um einskiljing av landsjørðini lagt fyri tingið í hesum valskeiðnum, sigur Bill Justinussen.










