Ikki tað sama

Starvslæran og lærarayrki eru hvør sítt, og tørvur er á ábótum.

Nú nýggja skúlaárið er um at byrja, eru eisini nakrir nýútbúnir lærarar, sum á fyrsta sinni byrja við einum nýggjum flokki, og sambært formanninum í lærarafelagnum er nógv at gleða seg til.

- Tað er spennandi at byrja sum lærari, men lopið frá lestrinum til yrkið er ein avbjóðandi tíð, skrivar Jacob Eli S. Olsen á heimasíðuni hjá lærarafelagnum.

Hann vísir á, at tað er ógvuliga stórur munur á starvslæruni hjá lærarunum, og síðani tí veruliga lærarayrkinum, sum eisini varð staðfest í eini kanning hjá Hans H. Hansen um fyrstu tíðina í lærarayrkinum.

- Í kanningini svaraði eingin, at starvslæra og veruligt læraralív hava nógv til felags, og 48 % av svargevunum søgdu, at starvslæra “í ein ávísan mun” kann samanberast við “at vera lærari”. Avbjóðingin at byrja sum lærari verður eisini umrødd sum praksissjokkið, tá ið yrkið byrjar eftir lestrartíðina. Fyrstu tíðina í lærarastarvinum eru læraraútbúgvingin og persónligu eginleikarnir tað, ið ein kann hella seg til, skrivar formaðurin í Føroya Lærarafelag.

Hóast starvslæran er broytt nógv síðani kanningina frá 2012, hevur Jacob Eli varhugan av, at støðan ikki er nógv batnað.

- Í starvslærutíðini hevur hvør læraralesandi ein lærara sum vegleiðara í skúlanum. Tað er ymiskt, hvussu hetta arbeiði verður skipað, og misjavnt er, hvat tann lesandi og lærarin siga seg fáa burtur úr. Vit eiga at gera meira burturúr hesi vegleiðingini, til dømis við at tikið skipanina hjá dønum við útbúnum starvslæruvegleiðarum í skúlunum til okkara, skjýtur hann upp.