Tað var ongan tíð væntandi, at Føroyar skuldu skala Noreg stórvegis, tá liðini mikukvøldið leiktu fyrra undankappingardystin sínamillum.
Sum tað hevur verið nevnt fleiri ferðir seinastu tíðina, so verður Noreg í løtuni roknað millum tey allarbestu í heiminum, og líka mikið, hvussu stór framstig landslið okkara kemur at gera í framtíðini, so verður tað neyvan nakra tíð soleiðis, at vit fara at lyfta okkum upp á tað støðið.
Vóru við eina løtu
Men tað var langt ífrá alla tíðina, at henda sannroyndin var so øgiliga greið mikukvøldið.
Serliga gekst okkara monnum væl fyrstu løtuna. Í verjupartinum megnaði liðið fyri tað nógva at taka nakað av ferðini av norska spælinum, og við gardarahøgu miðverjuni, sum Føroyar kunnu stilla upp, gjørdist tað tí hampuliga trupult hjá norsku favorittunum at koma til upplagdar skotmøguleikar hesa løtuna.
Tað var tó einki at ivast í, at mótstøðan ? nær tað skuldi vera ? kundi seta meira ferð á, og tá hetta varð gjørt, tók skjótt at dragna millum liðinin. Eina einstaka ferð megnaðu okkara tó at svara aftur, tá normenninir eina løtu tóktist at ómaka sær ov lítið, og við tveimum skjótálopum á rað eydnaðist okkara at javna til 7-7. Stuttligt at hoyra, hvussu norski frásøgumaðurin í sjónvarpinum tað ferðina skeldaði sínar egnu, og helt fyri, at tað var altso for galið, at teir soleiðis gjørdu tvey mistøk á rað í álopspartinum.
Moralurin í topp
Men frásøgumaðurin mundi tó skjótt blíðkast aftur. Eftir hetta var nevnliga ikki stórvegis slingur í valsinum. Serliga í álopspartinum dugdu teir á reyða liðnum væl at taga føroysku verjuna sundur við kvikum spæli og brádligum skiftum í spælrætninginum.
Og sum fráleið, so tóktist eisini greitt, at okkara møddust alt meira í skjóta norska spælinum. Ferðin á føroyska álopsspælinum varð til tíðir sett heilt niður á spáki-tempo, men tað viðvirkaði so til, at okkara hóast alt fingu nakað av luft, ein og mistøkini fækkaðust í tali, tá hetta varð gjørt.
At munurin so kortini vaks stútt gjøgnum størsta partin av seinna hálvleiki, var ikki annað enn væntandi, og tað skal so á ongan hátt lastast okkara monnum. Teir stríddust allir sum ein allan dystin á tamb, og at tapa greitt fyri einum liði, sum er somikið nógv sterkari, verður ongan tíð nøkur skomm. Tvørtur ímóti høvdu flestu av okkara stóran heiður av dystinum, sum í øllum førum prógvaði, at moralurin á liðnum er góður, hóast mótstøðan oftast fær uppgávuna at síggja heilt vónleysa út.
Og at moralurin er góður, sást eisini aftur í, hvussu lítið liðið tóktist merkja til missin av Inga Olsen. Tað er neyvan ov nógv gjørt av, tá sagt veðrur, at hann er avgjørda snúningspunktið á liðnum, men hóast Halgir Dahl Olesen hevði púra nýggjan leiklut sum bæði spæl- og liðskipari, so megnaði liðið í stóran mun at kompensera fyri hendan missin. Men fyri tað skal sjálvandi vónast, at Ingi verður tøkur leygardagin.
Verjan ikki nóg góð
Hvussu tað so fer at tørna út, tá normenn vitja her leygardagin, er so ein onnur søga.
Sjálvur segði norski landsliðsvenjarin eftir dystin, at hann sum so var nøgdur við álopspartin ? tó at ferðin ikki var so stór ? men at hann helt tað vera ov galið, at Føroyar fingu 24 mál. Hvørt tað so merkir, at norsku risarnir fara at leggja meira fyri leygardagin, ber illa til at vita, men hinvegin er okkara lið kanska eisini betri fyri til ta tíð, so vit fáa at síggja.










