Hvønn einasta minutt alt samdøgrið hendir eitt brotsverk í Danmark, men løgreglan hevur bara stundir til at taka sær av einum fimtaparti av brotsverkunum.
Hetta hevur fingið løgregluna til at rópa neyðarróp. Næstformaðurin í løgreglumannafelagnum, Peter Ibsen, sigur við Jyllandspostin, at ætlanin við neyðarrópinum er ikki at ræða fólk, men heldur ein áheitan á fólkið og politikararnar um hjálp. Peter Ibsen sigur, at soleiðis sum støðan er, kundu danir eins væl skrætt fleiri síður úr revsilógini og sagt, at tær galda ikki longur.
Sum lið í neyðarrópinum hevur løgreglan sett ein serligan brotsverksteljara á Ráðhúsplássið í Keypmannahavn. Teljarin byrjar at telja frá talinum 397.751, tí so mong eru brotsverkini higartil í ár.