Tað er harmuligt at fremja slíkar broytingar og at siga dugnaligum starvsfólkum úr starvi.
Tað sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik Banka í sambandi við, at 27 fólk í morgun eru søgd úr starvi.
Tað er neyðugt at laga okkum til tann veruleika, at verandi bygnaður og starvsfólkatal er í samsvari við virksemið. Harafturat eru broytingarnar neyðugar fyri at betra um kappingarføri okkara, sigur bankastjórin.
Í fráboðan sigur Eik Banki, at virksemið verður nú lagað til marknaðarstøðu bankans, og at hetta millum annað merkir, at deildarnetið og starvsfólkatalið minka.
Eftirspurningurin eftir bankatænastum í Føroyum hevur verið lakari enn roknað varð við. Eik hevur harumframt staðfest, at tørvurin á smærri deildum kring landið ikki er tann sami sum áður. Avgerð er tí tikin um at minka um deildarnetið samsvarandi hesum, umframt at niðurlaga starvsfólkahópin.
Tann 13. februar lata deildirnar í Vestmanna, Fuglafirði og við Norðskála aftur. Á deildini á Sandi verða upplatingartiðirnar broyttar soleiðis, at deildin er opin ein dag um vikuna.
Eyðvitað er, at kundar í ávísum økjum fara at merkja hetta, eisini á neiligan hátt. Í Eik ynskja vit framhaldandi at veita góða ráðgeving við kundanum í fokus, eins og tíðarhóskandi og brúkaravinarligar tænastur skulu mennast til tess at bøta um ta broyting, sum fer fram. Hetta skal gerast samstundis sum bankin er hóskandi skipaður við starvsfólki og deildarneti, sigur bankin.
Víðari verður sagt í fráboðanini, at nakrar størri deildir verða styrktar, eins og víðkað verður um upplatingartíðir og arbeiðsøki hjá Kundatænastuni.
Kundatænastan verður í størri mun mannað við kundaráðgevum, sum kunnu veita ráðgeving umvegis telefon og teldupost. Harafturat verða teldupostar og telefonir svaraðar til kl. 17.30 á kvøldi frá mánadegi til hósdag, sigur bankin.
Starvsfólkatalið minkar við umleið 26 heiltíðarstørvum.
Eftir broytingina eru seks kundadeildir í Eik, umframt høvuðsdeildina, og talið av fulltíðarstarvssettum er 167.