Fótbóltsprát
Ein av áskðarunum á Tórsvølli hóskvøldið var landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, og tó at tað helst mundi vera avmarkað, hvat hann fekk burtur úr dystinum, so hevði hann sína greiðu ætlan við vitjanini.
- Tað røður fyrst og fremst um hjá mær at síggja, hvussu Súni Olsen og Sámal Joensen eru fyri. Tað kann væl vera, at teir ikki fáa gjørt so nógv við heildina, tá munurin á liðunum er somikið stórur, men so fái eg í øllum førum sæð teir spælt undir stórum trýsti, eins og eg kann meta, hvussu teir standa seg í støðum, ein ímóti einum.
Um sjálvan dystin helt venjarin annars í hálvleikinum, at her var nokk ikki tað stóra at tosa um.
- Nei. Støðan sigur jú tað mesta. Har er ein sera stórur styrkismunur millum liðini, men hóast hetta, so eru tað slíkir dystir, sum geva leikarunum »hár á bringuna«, so tað átti kortini at verið nakað, sum kann verða partur í teirra menning, helt Henrik Larsen at enda.
Fríggjadagin fór Henrik Larsen aftur til Danmarkar, og týsdagin gongur leiðin so aftur upp á klettarnar, tá fyrireikingarnar til landsdystin móti skotum av álvara fara ígongd.










