Ljóðið, sum eitt franskt skip staðfesti, var ikki frá svarta kassanum úr franska flogfarinum Í morgun boðaði eitt franskt herskip frá, at tað hevði staðfest ljóð frá svarta kassanum úr franska flogfarinum, sum datt niður tann 1. juni.
Men seinni kunngjørdi franska flutningsmálaráðið, at talan var kortini ikki um kassan úr Air France-flogfarinum.
Einki verður sagt um, hvat tað so var fyri ljóð, sum skipið staðfesti.










