Fótbóltstos
Fyri tveimum árum síðani varð hann mest av øllum ein neyðloysn. Síðani hetta hevur Tróndur Vatnhamar tó ment seg, og í dag ivast eingin í, hvør eigur plássið millum stengurnar í B36-málinum. Sunnudagin slapp hann so eisini at rópa seg føroyameistara, og sjálvur helt málverjin, at nú mundi hann hava sannført um sítt virði.
- At byrja við vóru fleiri, sum ikki tóku meg so seriøst, men í dag haldi eg, at tað er sligið fast við 12-tumma seymi, at eg eigi plássið í málinum.
Upphitingin
Dysturin sunndagin var kanska tann størsti, sum Tróndur hevur verið við til, og tá vit spurdu hann, hvussu hann løddi seg sjálvan til uppgávuna, avdúkar málverjin, at hann kanska ikki er sum øll onnur.
- Eg skal siga akkurát, sum er. Eg var í brúdleypi leygarkvøldið. Klokkan tvey fór eg so til songar, og har legði eg meg at hyggja at pornofilmum, so eg var púrasta klárur til dystin í dag, sigur hann flennandi.
Spurdur, um sunukvøldið so eisini skuldi nýtast til filmar, svarar málverjin flennandi, at tað verður tað ikki.
- Nei. Í kvøld er tað daman, sum stendur á skránni!