Í kjakinum í Degi og Viku í gjár legði Jógvan Páll Lassen áherðslu á, at neyðugt er fyrst og fremst at melda mál til løgregluna, tá kynsligur ágangur fer fram.
- Advokaturin heldur tað í einstøkum førum ikki vera til gagns fyri viðkomandi, at fólk eitt nú fara í samband við felagsskapir.
Beinta M. Pedersen, forkvinna í Kris, heldur, at hetta, sum advokaturin sigur, kann ikki standa ósvarað, tí uttan at vita tað við vissu, heldur hon, at Jógvan Páll eitt nú sipar til Kris.
- Sjálvandi, skulu øll mál meldast til løgregluna! Tað eru tó fleiri trupul viðurskifti í hesum førum. Eitt nú, tá eitt seks ára gamalt barn verður misbrúkt av einum vaksnum, og hin vaksni sigur, at barnið ikki skal siga tað við nakran.
Beinta M. Petersen spyr, hvussu barnið skal takla hesa støðu og fáa í lag at ringja til løgregluna?
- Árinini av kynsligum ágangi eru ikki sum eitt forkølilsi, sum gongur yvir, men seta djúp spor. Trupuleikin kemur mangan fram seinni í lívinum, eftir eitt nú fortreingilsi, sum Jógvan Páll Lassen eisini var inniá.
Forkvinnan í Kris spyr eisini, um hetta, sum Jógvan Páll Lassen sigur, merkir, at minnið altið er óvinurin hjá tí rakta.
- Í fleiri førum ja, men sanniliga kann minnið eftir eina neyðtøku ella misnýtslu eisini verða heilt eftirfarandi. Hetta er ein avbjoðing, sum Kris merkir hvønn dag, sigur Beinta M. Pedersen í tíðindaskrivi í kvøld.