Tá tey ungu byrja í 10. flokki í Kommunuskúlanum eru boðini greið:
»Tit eru liðug við fólkaskúlan, nú hava tit meldað tykkum inn aftur í skúlan fyri at ganga 10 árið«.
Árið er ikki kravt – tað er nakað, ein ger, tí at hugurin er til tað.
Og mangt bendir á, at hesin hugburður er nakað, sum dámar teimum ungu eftirsum talið av næmingum er í støðugum vøkstri, síðani Kommunuskúlin byrjaði við at broyta 10. flokk.
Í hinum skúlunum í Havn eru tað um 40-50 prosent av næmingunum, ið velja at halda fram í 10. flokki, meðan tað í Kommunuskúlanum er heili 74 prosent.
Tað eru tey trý, Mari Ann Hansen, Petur Reinert og Bergur Rasmussen, ið hava arbeitt við hesi nýggju skipan av 10. flokki síðani 2005, og hvørt ár hava tey eftirmett og broytt eitt sindur.
- Vit geva næmingunum størri ábyrgd og hava skipað undirvísinigina í longri blokkum upp á fýra tímar, tá tey hava føroyskt, enskt, støddfrøði og danskt, sigur Mary Ann Hansen, varaskúlastjóri og lærari í 10. flokki.
Eisini eru nýggjar lærugreinir sum Cambridge enskt og spanskt komnar upp á tímatalvuna.
- Vit hava verið so heppin, at vit hava lærarar á skúlanum, sum kunnu undurvísa í hesum, og til Cambridge enskt hava vit tætt samstarv við Fróðskaparsetrið, sigur Petur Reinert.
Aftrat hesum hava næmingarnir eina breyt, har veljast kann millum t.d. matgerð, tónleik, ítrótt og miðlar.
- Tá tey byrja í 10. flokki skriva øll eitt ætlanarskjal, har tey skriva, hvat tey vilja við tí 10. árinum, hvat eru teirra veikleikar og styrkir og hvussu tey kunnu røkka teimum málum, sum verða sett, sigur Mary Ann Hansen.
Næmingarnir eru sjálvandi sera ymiskir, og tí verður undurvísingin lagað so, at teir veiku og sterku næmingarnir fáa tilfar, ið er tillagað teirra støði.
Støddfrøði kunnu tey velja, um tey vilja hava tað á nígginda- ella tíggindafloks støði og tað sama er í týskum.
Eisini er gjørligt hjá næmingunum, sum ikki eru so bókmentaliga sterkir at fáa longda starvsvenjing, tí sum Petur Reinert tekur til, so hava øll evni til okkurt, tað ræður bara um at fáa fatur á tí.
Lærararnir undirvísa ikki einsamallir, men allir fýra undirvísa øllum 80 næmingum.
- Henda mátan at arbeiða dámar okkum sera væl, og næmingarnir fáa eisini brúkt okkum upp á besta máta við hesum, sigur Bergur Rasmussen, lærari.
Mary Ann leggur eisini aftrat, at 10. flokkur nú er sera vælumtóktur at undirvísa í.
Aftrat nýggjum lærugreinum og størri ábyrgd fara næmingarnir eisini á eina uttanlandaferð á hvørjum ári. Higartil hava tey verið fýra ár í Prag, og verður nokk farið higar aftur næsta ár í mars.
- Vit leggja stóran dent á, at næmingarnir trívast væl saman, tí fungerar tað sosiala, er alt hitt lættari, sigur Petur Reinert at enda.
-------------------
Nýggjar lærugreinir og tilboð í 10. flokki í Kommunuskúlanum
Spanskt
Cambridge-enskt
Søga
Kristni/lívsvirði
Samstarv við vinnulívið, fyri næmingar, ið hava serliga hug tann vegin.
Uttanlandsferðir
Rakul Jacobsen, 16 ár, Havn:
- Eg havi gingið 9 ár í Venjingarskúlanum men vildi royna okkurt nýtt nú, tá eg skuldi fara í 10. flokk. Vit eru níggju, sum eru flutt higar til Kommunuskúlan. Eg kendi meg ikki rættuliga klára at fara beinleiðis í Miðnámsskúla, men eg ætli mær at fara í Handilsskúla aftan á 10. flokk.
Martin Kragesteen, 16 ár, Havn:
- Eg havi gingið í Nonnuskúlanum, men í framhaldsdeildini í Kommuskúlanum. Mær dámdi betri at ganga á Nonnuskúlanum, eftirsum tað var reinligari har. Tað sum er betri her er, at tað er fríari, eftirsum vit hava fýra lærarir. Aftan á skúlan vil eg fegin royna at fara út at sigla.
Marita Johannessen, 15 ár, Havn:
- Eg havi gingið í Kommunuskúlanum síðani eg byrjaði í skúla. Eg haldi, at man lærir meira við fýra ymiskum lærarum eftirsum man fær fýra ymiskar forkláringar. Eg valdi at fara í 10. flokk, tí eg vildi hava betri karakterir í summum evnum. Spanskt er stuttligt at læra, so ein dugur eitt sindur, um man fer at ferðast ella víðari á skúla.