Ikki starv til samkynd

Bispurin í Bergen, Ole D. Hagesæther, hevur lýst eitt starv sum prestur í sóknini Bjordal/Ortnevik leyst, men bispur ger týðiliga vart við við, at tað eru ikki allir prestar, sum kunnu søkja starvið.

 Í lýsingini stendur, at samkyndir prestar, sum liva í skrásettum parlagi, skulu ikki søkja, tí teir fáa ikki starvið. Onkur politikari heldur, at bispur diskriminerar, men bispur sigur við Bergens Tidende, at lýsingin er í samsvari við galdandi reglur.