Gerhard Lognberg
Ja nú var Ingeborg Winther formaður í Føroya Arbeiðarafelag og læt ,sum um hon tosaði fyri allar limirnar hjá felaginum. Ingeborg, tað hevur ongantíð verið væl dámt at sparka liggjadi mann, tað er tað sum tú ger. Sandoy er illa fyri upp á nógvar mátar, og tað er arbeiðsfólkið sum svíður við tað. Her er ikki nógv arbeiði, men fólk royna at ferðast um Skopunarfjørð fyri at tjena til lívsins uppihald.
Flakavirkini í Sandoynni hava tað trupult við flutningi, men teir sum eiga hesi virki, kempa mannliga fyri at fáa arbeiði at ganga.
Ingeborg, tú biður løgmann Jóhannes Eidesgaard føra javnaðarpolitikk. Er tað ikki javnaðarpolitikkur at útbyggja landið, er tað ikki javnaðarpolitikkur at gera ein tunnil til Sandoy, er tað ikki javnaðarpolitikkur at gera tunnilin til Hvalbiar nútíðarhóskandi ella Dalstunnilin, Tjørnuvíkartunnil? Eg kundi hildi áfram í tað óendaliga.
Ella hevur samgongan ikki hækka pensjónirnar í hesum samgonguskeiði munandi við samhaldsfasta ella hava vit ikki hækka játtan til skúla? Eg veit so, at Skopunar- og Sandsskúli hava fingið munandi fleiri tímar. Ella ferðaseðlaprísirnir við ferjum og tunnlum lækka munandi, er tað ikki javnaðarpolitikkur? Ella allir batar sum eru gjørdir á heilsuøkinum.
Jú, henda samgongan hevur gjørt nógvar stórar batar sum merkjast, men vit eru so sanniliga ikki komin á mál. Soleiðis er tað bara.
Eg fari so staðiliga at minna tykkum øll, sum í dag royna at boykotta verkætlanina til Sandoy, vælsignaði latið vera, tí samgongan sjálv vísir á, at tunnilin skal byrjast í hesum samgonguskeiði.
Her hava vit eina oyggj, sum hevur í mestan mun sjómenn, arbeiðsfólk, tí tað lærda fólki rýmir av oynni, tí tey síggja onga frammtíð.
Kommunurnar hava brúkt mió av pengum fyri at møta avbjóðingini við Sandoyartunnilinum, so góða Ingeborg ikki hegla tínar egnu limir.
p.s. eg fari inniliga at biða samgonguna og alt løgtingi at standa saman um tað, sum veksur um Føroyar og bjargar Sandoyar sýslu.