Ikki somu krøv til bakarar

Krøvini til matvørutrygd eru ikki tey somu til bakarar sum aðrar matvøruframleiðarar. Teir skulu ikki havað dokumentarð innaneftirlit av framleiðsluni. Og tað eru bara fiskavirkir, sum framleiða til útflutning, sum hava lógarfest krøv til klæðnabúnaðin hjá starvsfólkunum


Bakarar, sum selja meginpartin av sínu vøru yvir egnan disk, vera ikki roknaðir sum virki, og tí skulu teir ikki lúka somu krøv sum aðrir matvøruframleiðarar. Hetta sigur umboð frá Matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum hevur eftirlit við allari matvøruframleiðslu í landinum.

Strangastu krøvini til matvørutrygd eru galdandi fyri tey fiskavirkið, sum selja vørurnar av landinum. Kunngerðin, sum er galdandi fyri hesa vinnu, sigur heilt greitt, at:

Lutir, sum eru framleiðsluni óviðkomandi, og kunnu vera til reinførisligan ampa, mugu ikki vera í framleiðslu- og goymslurúmum.

Starvsfólk í fiskavirkjum hava tí ikki loyv at bera ringar, ur og aðrar prýðislutir. Men hesi krøv eru ikki galdandi fyri matvøruframleiðslu til heimamarknaðan.


Bakarar eru ikki eitt virki

Sambært kunngerð skulu øll matvøruvirki í Føroyum hava eitt dokumenterað innaneftirlit, har tey skulu ansa eftir matvørutrygdini og herundir eisini persónliga sjálvsrøkt. Eitt slíkt innaneftirlit kann tildømis fevnað um, at persónliga sjálvsrøktin hjá starvsfólkunum verður kannað regluliga, og stikkroyndir verða tiknar av, um starvsfólk bera príðislutir.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur síðani eftirlit við hesum innaneftirlitið. Elspa Danielsen frá Matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni greiðir frá, at starvsstovan hevur givið góðkenning til innaneftirlitið hjá flestu útflutningsvirkjum, og nú eru tey í fer við at góðkenna eftirlitið hjá øðrum virkjum.

- Men bakarar eru ikki umfataðir av strongu krøvunum í kunngerðini. Teir vera ikki roknaðir sum virki, tí teir selja meginpartin av sínum vørum sjálvir, sigur Elspa Danielsen frá Matvørudeildini.

- Bakarar eru umfataðir av vanligum eftirliti, har umboð fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna koma á vitjan og kanna og kunna um matvørutrygd. Men bakararnir skulu ikki dokumentera, at teir sjálvir hava eftirlit við egnari framleiðlsu. Teir skulu ikki hava góðskuhondbók ella onnur skjøl, sum vísa hvussu teir tryggja matvørutrygdina.

- Og um hugburðurin ikki er í ordan í fyritøkuni sjálvari, so nyttar ikki nógv um vit koma eina ella tvær ferðir um árið, staðfestir Elspa Danielsen frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.





Matvørulógin og kunngerð um eftirlit


Føroyar hava eina matvørulóg frá 1985, sum varð broytt í 2007.

Hvørki lóg ella kunngerð eru tó ikki galdandi fyri bakarar. Paragraf 30 í lógini sigur:

- Lóggilding verður ikki kravd fyri tilvirking av matvørum í smásøluhandlum, eitt nú í bakarahandlum, fiskahandlum, sláturhandlum, matstovum v.m. í søluendamáli beinleiðis til brúkaran frá tí handilsstaði, har tilvirkingin fer fram.

Í kunngerð frá 2001 verður innaneftirlitið hjá øllum matvøruvirkjum útgreinað. Men krøvini til innaneftirlitið hjá fyritøkum, sum framleiða til heimamarknaðin eru ikki eins strong og tey hjá fiskavirkjum, sum útflyta vørur.

Hesi eru umfatað av kunngerð 122, har grein 59 staðfestir millum annað fylgjandi krøv til starvsfólkini:

§ 59. Starvsfólk á virkinum skulu í hølum, har fiskur og fiskavøra verða handfarin, virkaði, ella goymd, vera ílatin hóskandi og rein arbeiðsklæðir.

   Stk. 2. Starvsfólk, sum fáast við handfaring og virking av fiski og fiskavøru, skulu vaska sær um hendurnar í minsta lagi hvørja ferð, arbeiðið verður tikið uppaftur og eisini altíð aðrar tíðir, tá hetta er neyðugt. Sár á hondum skulu hyljast av vatntættum bindi.

   Stk. 3. Í arbeiðs- ella goymsluhølum má ikki verða roykt tubakk, etið, spýtt ella drukkið.

   Stk. 4. Lutir, sum eru framleiðsluni óviðkomandi, og kunnu vera til reinførisligan ampa, mugu ikki vera í framleiðslu- og goymslurúmum.

   Stk. 5. Virkið skal syrgja fyri, at starvsfólkið fær neyðugu upplæringina í matvørureinføri og sjálvrøkt.