Tað nýtist ikki altíð at vera so torført at klænka seg, tí kroppurin brennur eisini kaloriur við at gera vanligar gerandisuppgávur, sum flestu okkara hava nokk av hvønn einasta dag.
Um vit t.d. ganga millum starvsfelagarnar á arbeiðsplássinum ístaðin fyri at senda teldupost til hvønn annan, ella nýta knøttarnar á sjónvarpstólinum ístaðin fyri fjarstýringina, brenna vit nakrar kaloriur av. Hóast hetta kanska eru smálutir, kann tað gera góðan mun.
Ein gongutúrur upp á hálvan tíma brúkar nógvar kaloriur. Eisini um vit súkkla ella ganga til arbeiðis.
Amerikumaðurin James Levine á tí kendu Mayo-klinikkini í USA hevur gjørt eina nágreiniliga kanning, har hann máldi tær ymisku rørslurnar hjá vanliga klønum og hjá feitum persónum alt samdøgrið. Hann kom til tað úrslit, at tey sum viga ov nógv røra seg munandi minni dagliga, enn tey ið viga tað, sum tey eiga. Tey sum viga ov nógv eru ofta meira still og brenna tí færri kaloriur dagliga.