Týska innanríkisráðið royndi um vikuskiftið at sissa fólk, eftir at fleiri fjølmiðlar høvdu sagt, at løgreglan og fregnartænasturnar høvdu fingið ábendingar um komandi yvirgangsatsóknir í Týsklandi.
Talsmaðurin hjá innanríkisráðnum í Berlin segði sunnudagin, at tað er altíð vandi fyri, at Týskland verður álopsmál hjá yvirgangsfelagsskapum, men í løtuni er einki, sum bendir á, at nakar hevur ætlanir um slíkt álop, segði hann. Formaðurin í løgreglufelagnum, Konrad Freiberg, segði, at vandin fyri yvirgangi í Týsklandi er stórur, og hann mælti tí myndugleikunum til at geva løgregluni meiri fólk.
Blaðið Welt am Sonntag endurgav sunnudagin eina frágreiðing, sum útlendskar fregnartænastur í Týsklandi hava skrivað. Sambært blaðnum eru serliga amerikonsk, bretsk og jødisk mál í Týsklandi í vanda fyri at verða álopin.