Hóast illveður hevur verið um vikuskiftið, serliga fríggjakvøldið, er talið á skaðum avmarkað, og yvirhøvur er talan um lítlar skaðar.
Tað siga bæði tryggingarfeløgini, Trygd og Betri Trygging.
– Vit hava fingið um 30 skaðafráboðanir, og tað er ikki tað stóra. Telefonirnar hjá okkum eru rímiliga róligar í mun til ódnina fyrr í ár, sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.
Fráboðanir byrjaðu longu at koma inn um vikuskifti gjøgnum heimasíðuna hjá Trygd, men Brian Smedemark væntar kortini, at fleiri skaðafráboðanir koma, sum dagurin frálíður, tá fólk hava fingið høvi at fara útum at hyggja eftir húsum og ognum.
Yvirhøvur sær út til, at talan er um smærri skaðar, sigur Brian Smedemark og nevnir rútar, tekjur og skorsteinar.
Tað ber illa til at siga, hvat talið á skaðafráboðanum er hjá Betri Trygging, sigur Annika á Heygum, skaðastjóri, tí at Betri Trygging hevur havt so stutt opið í morgun, men okkurt av skaðum er komið um vakttelefonina um vikuskiftið, og tey vænta sær tí fleiri fráboðanir sum frálíður.
Annika á Heygum leggur tó aftrat, at talan hevur yvirhøvur verið um smáar skaðar, so sum farnar takplátur og brotnir rútar. Okkurt hevur verið av stormskaðum á bilar eisini, sigur Annika á Heygum.
Eitt, ið kortini er at gleðast yvir, er, at fólk eru raskari at taka upp uttanfyri, áðrenn ódnarveður.
– Fólk hava tikið til eftirtekar hetta við at rudda upp rundan um hús. Vit síggja ikki so nógvar skaðar meira frá óruddi. Vit hava roynt at lagt eitt sindur av fokus á tað at rudda rundan um hús og so framvegis, og tað sær út til at hava hjálpt, sigur Annika á Heygum.