Ikki so ringt sum spátt

Veðrið um vikuskiftið verður allarhelst frægari enn útlitini vóru fyrr í vikuni

Fyrr í vikuni hava veðurfrøðingarnir tosa um storm og ringt veður bróðurpartin av vikuskiftinum. Tó væntar Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, nú, at veðrið ikki verður heilt so ringt, sum væntað.

 

Meðan tað verður nógvur vindur í dag, so makar hann vindin longu í morgin, og uppaftur meiri bæði sunnudagin og mánadagin. Tað verður tó høgætt allar dagarnar, so tað verður kalt í veðrinum, um frostmarkið og upp í eini fýra til fimm stig í komandi viku.

 

Fríggjadagin verður skrið upp í storm av landnyrðingi og norði og kavaælingur. Hitalagið um frostmarkið.

 

Leygardagin verður hvassur vindur upp í skrið av norði og okkurt kavaælið. Hitalagið um frostmarkið.

 

Sunnudagin verður strúkur í vindi av norði, seinnapartin minni vindur. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum eitt og fýra stig.

 

Mánadagin og týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norði og kanska okkurt æli, partvís vátaslettingur. Hitin millum tvey og fimm stig.