Ikki so ringt kortini

Í Danmark varð roknað við, at nógv fólk fóru at rýma úr býnum Farum á Norðursælandi, tí kommunan varð noydd at hækka skattin fyri at lúka treytirnar, sum innanríkisráðið setti henni eftir gøluna við fyrrverandi borgarstjóranum Peter Brixtofte.

Men nú vísir tað seg, at tað gongur júst tann øvugta vegin. Skattahækkingin hevur havt við sær, at húsaprísurin í Farum er ikki hækkaður so nógv sum aðrastaðni í Danmark,og tað ger, at fólk aðrastaðni velja at keypa sær hús í Farum og at flyta hagar, skrivar Politiken. Talan er serliga um fólk, sum arbeiða aðrastaðni á Norðursælandi ella í Keypmannahavn, og í fleiri førum er talan um ung fólk við børnum, skrivar blaðið. Og tað hendir, sjálvt um tað tykist greitt, at tað verður dýrari at hava børn á ansingarstovni í Farum, enn tað hevur verið.

Heldur ikki tey, sum leiga íbúðir, tykjast lata seg ávirka av skattahækkingini, tí í hesum bólkinum eru fráflytingarnar ikki fleiri í ár, enn tær hava verið onnur ár.