Ikki so ring sum væntað

Tropiska ódnin "Dennis" gjørdi ikki so stóran skaða í Florida og Alabama, sum myndugleikarnir høvdu stúrt fyri.

Ódn

Amerikonsku myndugleikarnir høvdu flutt meiri enn eina millión fólk burtur frá láglendinum, har "Dennis" kom inn yvir land. Tað vísti seg kortini, at ódnin linkaði nakað, beint áðrenn hon kom inn yvir land, og tí gjørdist skaðin ikki so stórur, sum myndugleikarnir høvdu stúrt fyri.
Í býnum St. Mark í Florida stóðu allar gøturnar undir í vatni, og streymveitingin fór eisini nógvastaðni. Ein trupulleiki var, at "Dennis" ferðaðist næstan somu leið sum tann harða ódnin "Ivan" í september í fjør. Tá doyðu 25 fólk, og harafturat gjørdi "Ivan" skaða fyri 14 milliardir dollarar. Umleið 40.000 hús, sum fingu skaða tá, eru ikki liðugt umvæld enn, og nógv teirra fingu aftur skaða nú, skrivar AP.
George W. Bush, forseti, lýsti sunnudagin statirnar Florida, Alabama og Mississippi vanlukkuøki.
Amerikanskir veðurmenn hava sagt, at teir vænta fleiri tropiskar ódnir í ár enn undanfarin ár.