Tjóðveldisfólkini, sum fara til Skotlands at fylgja við loysingarvalinum, vórðu ikki so manssterk sum ætlað.
Fyrr í summar skrivaði Tjóðveldi á heimasíðuni, at flokkurin ætlaði at leiga flogfar, so tjóðveldisfólk kudnu fara til Skotlands at stuðla skotum, sum vilja loysa frá Bretlandi.
– Í aðalstjórn floksins hava vit tosað um, at tað kundi verið hugaligt at farið til Skotlands at stuðla SNP - Scottisch National Party og upplivað eitt valstríð við tí dámi og kenslum, sum tað inniber, skrivar Tjóðveldi á heimasíðuni í junimánaði.
– Floksskrivstovan hevur kannað møguleikan at leiga eitt flogfar til endamálið, og tað er gjørligt, men greitt er, at tað krevur nakað. Og tað er fyri at kanna, um undirtøka er fyri hesum, at tíðindini eru løgd á heimasíðu floksins.
– Vit fara úr Vágum 16. september kl. 10.30 og lenda aftur í Vágum 20. september kl. 24.00, skrivaði Tjóðveldi.
Men hesin leigutúrur var av ongum.
– Fleiri fólk høvdu teknað seg til túrin, men har eru hendar broytingar hjá Atlantsflog sum gera, at tað ikki var møguligt at fara handan túrin, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at ætlanin var at fara við gamla Aerospace flogfarinum hjá Atlantsflog, sum tekur um 80 fólk. Men hetta flogfarið er ikki í flotanum hjá Atlantsflog longur, og tí kundi túrurin bara gerast við Airbus flogfarinum. Men tað kravdi, at Tjóðveldi savnaði yvir 140 fólk til túrin, men tað bar ikki til, sigur Høgni Hoydal.
Tí var leigutúrurin við fullum flogfari av tjóðveldisfólk av ongum. Men heilt av ongum verður túrurin ikki, tí í dag fara 11 tjóðveldisfólk til Skotlands umvegis Danmark at fylgja við valinum í Skotlandi um loysing frá Bretlandi. Av teimum 11 fólkunum er tingmanning floksins eisini.