Ikki so álvarsamt kortini

Tað sá rættiliga ógvusligt út, tá Leif Niclasen og Brian Olsen hjá EB/Streymi í gjár stoyttu saman undir dystinum móti AB.

Men eftir at hava verið í samband við báðar leikarar er greitt, at báðir tveir eftir øllum at døma eru klárir at fara á vøllin aftur longu leygardagin. Tað var eitt ivamál, um nøsin hjá Briani Olsen var brotin, men lækni hevur hugt upp á hetta og staðfest, at so er helst ikki. Somuleiðis hevur Leif Niclasen eisini verið undir læknahond, og hjá honum gjørdist talan um tvey sting í pannuna.