Sjórænararnir, sum halda til úti fyri somalisku strondini, hava ikki gjørt so nógv um seg í seinastuni. BBC veit at siga, at í november gjørdu sjórænarar 12 royndir at ræna handilsskip. Í november í fjør vóru royndirnar 35.
Samstundis vísir tað seg, at tað er vorðið munandi torførari hjá sjórænarunum at ræna skip. Í november í fjør rændu teir sjey skip, men í síðsta mánað fingu teir bara eitt.
Yvirmenn siga fyri BBC, at nú hava nógv handilsskip vápnaðar vaktarmenn umborð, tá tey sigla úti fyri Somalia. Harafturat hava skip fingið sær vatnkanónir og píkatráð eftir lúnningini, so tað er ikki so lætt hjá sjórænarunum at sleppa umborð longur.
Teir somalisku sjórænararnir hava framvegis meiri enn 200 gíslar.










