Báðir landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, umframt FSF-aðalskrivarin, Virgar Hvidbro, vóru til staðar í Nyon í Schweiz, tá lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá U21-landsliðnum var í gjár. Í undanfarnu kapping fingu U21-menninir 11 stig, so spenningurin var stórur, hvussu okkara bólkur hesa ferð fór at síggja út.
Tá avtornaði, fingu Føroyar úr teimum báðum niðastu bólkunum Makedonia og Norðurírland, áðrenn Danmark kom úr pottinum í næstovasta bólkinum. Í ovasta bólkinum vóru lond sum Ongland, Holland, Italia og Týskland, men tað endaði við, at Serbia kom í bólkin hjá Føroyum.
– Alt í alt haldi eg, at tað var fínasta slag. Makedonia passaði okkum væl og Norðurírland somuleiðis, og hetta vóru tvey av londunum, vit ynsktu okkum frammanundan. At vit so fingu Danmark, var fantastiskt, tí tað fer at geva okkum ein spennandi útidyst í onkrum av størru donsku býunum, umframt at tað verður stuttligt at spæla ímóti danskarunum í Føroyum, sigur Bill McLeod Jacobsen.
– Serbia er hinvegin eitt av londunum, ið kann verða nokk so torført at spæla ímóti, men tað er so frægari enn Rumenia ella okkurt av hinum londunum, vit kundu fingið. Vit hava so ikki spælt ímóti nøkrum av hesum londunum fyrr, sum vit skulu møta hesa ferð, so tað verður bara spennandi.
Vilja longur upp
Beint eftir lutakastið fóru samráðingar í gongd um, hvussu skráin fyri bólkin skuldi síggja út, og hóast Føroyar ikki fingu øll síni ynski uppfylt, er tað kortini á einari góðari leið. Úrslitið gjørdist ein heimadystur og fýra útidystir í ár, men so afturfyri tríggir heimadystir næsta ár. Og útidystirnir ímóti Norðurírlandi og Serbia eru mestsum samstundis, sum A-landsliðið møtir somu tjóðum, so har ber til at samskipa ferðingina hjá landsliðunum báðum.
– Vit gleða okkum annars til at koma í gongd, og fegnast um, at vit í tveimum kappingum hava megnað at spælt okkum 10 pláss fram á styrkilistanum. Vit eru nú nummar 41 av teimum 53 limalondunum í UEFA, men ætla okkum víðari, sigur Bill McLeod Jacobsen.
– Sjálvandi er undanfarna kapping nógv at liva upp til hjá okkum, men vit fara at royna, um vit ikki kunnu vinna okkum longur upp á styrkilistanum. Koma vit upp í næstniðasta styrkibólkin, kunnu vit næstu ferð fáa eitt ella tvey mótstøðulið úr niðasta bólkinum, og tað er málið, vit ætla okkum at røkka við hesi komandi undankappingini.
- - -
SKRÁIN:
2011:
31/05 Føroyar - Norðurírland
10/08 Norðurírland - Føroyar
06/09 Serbia - Føroyar
07/10 Danmark - Føroyar
11/11 Makedonia - Føroyar
2012:
01/06 Føroyar - Makedonia
05/06 Føroyar - Serbia
15/08 Føroyar - Danmark










