Hetta er bólkur, sum vinnur fram í Danmark við sjey míla ferð. Og talan er eisini um orkumiklan tónleik. Hetta fingu vit sjón fyri søgn á AME-leygarkvøldið. Tung rútma og skjótt rapp. Orka, brús og bassur, ið setur at hjartanum, um ein stendur tætt við pallin. Tungur guitari og super skjótt rapp.
Nei, hesir eru ikki býttir, men vita hvat teir gera. Men tað vita kanska ikki so nógvir føroyingar, tí eisini nú var tómligt á gólvinum.
Tað var, sum var fjøldin á gólvinum komin fyri at lurta sínum egnu, og ikki dugdi somikið av fólkaskikki, at lurtað bleiv eftir útlendsku gestunum eisini.
Men Die Dumme Dänen tóktust ikki at lata við seg koma av hesum, men høvdu eina framførslu, ið var professionell, orkumikil og har alt gekk við fullari ferð fyri fullum seglum.
Atlantic Music Event konsertirnar komu at enda og eftir stendur, at leygarkvøldið hevði stjørnustatus. Men hóast fleiri fólk lurtaðu, enn fríggjakvøldið, so høvdu fleiri passað inn.
Kanska hava fólk ikki rættiliga fangað enn, at talan er um konsert, tí tiltakið hevur verið væl lýst og nógv umrøtt, men kanska ikki sum konsert, men sum ein ?showcase? og annað slíkt, og tað skulu kanska meira jarðbundin orð til, fyri at lokka fleiri føroyingar frá húsum.