Líka síðani tann 22. juli í fjør hevur tann 16 ára gamli Adrian Pracon undrast á, hví hann ikki bleiv skotin á oynni Utøya. Í dag fakk hann svarið í rættinum í Oslo.
-Summi fólk hava eina útsjónd, sum ger, at tey síggja meiri vinstrasinnað út enn onnur. Men Pracon sær rættiliga høgrasinnaður út, segði Anders Behring Breivik, tá ákærin spurdi hann, um hann mintist Adrias Pracon, og hví hann ikki skjeyt hann.
-Í veruleikanum sá eg meg sjálvan, tá eg sá hann. Eg veit, at eg líkist einum høgrasinnaðum persóni, og tað var ivaleyst orsøkin til, at eg ikki skjeyt hann, segði Breivik.
Adrian Pracon (myndin) var ikki í rættinum, men hann fylgir rættarmálinum á einum skíggja í dómhúsinum í Skien. Hann greiddi NRK frá, at hann hevur oftað ligið vakin um næturnar og undrast á, hví hann ikki bleiv skotin. Hann hevði ikki væntað at fáa svarið, men í dag fekk hann tað.