Ikki siga upp bara fyri at siga upp

- Okkara royndir vísa, at tað loysir seg ikki at siga upp sáttmálan við Føroya Reiðarafelag, um vit ikki hava onkra serliga átrokandi broyting, sigur formaðurin í FSN Sáttmálin millum Føroya Skipara-og Navigatørfelag kundi sigast upp til at fara úr gildi 1. januar 2008.

- Vit umhugsaðu gjølla, um sáttmálarnir skuldu sigast upp. Vit høvdu frætt, at Føroya Fiskimannafelag hevði sagt allar sáttmálarnar upp. Okkara royndir eru, at um vit ikki hava onkra sera átrokandi broyting, loysir tað seg ikki at siga upp. Tó hevði verið gott at fingið eftirlønina nakað upp.

Tað segði formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Eyðstein Djurhuus, á aðalfundi fríggjadagin.

Hann vísti á, at við seinastu sáttmálasamráðingar var eftirlønin eitt sera tungt mál at fáa ígjøgnum.

- Føroya Reiðarafelag hevði tann hugburð, at um vit vilja hava meira í eftirløn, so skal okkurt latast afturfyri. Nevndin metti ikki, at ráðiligt var at fara til samráðingar og verða noyddir at keypa sær nakrar krónur upp á eftirlønina.

Eyðstein Djurhuus segði, at høgu oljuútreiðslurnar eisini órógvaðu.

- Tí varð gjørt av ikki at siga nakran sáttmála upp. Tó segði Føroya Reiðarafelag sáttmálarnar fyri nótaskip og ídnaðarskip upp, men sjálvur høvuðssáttmálin er ikki uppsagdur.

Eyðstein legði aftrat, at Maskinmeistarafelagið hevði nøkulunda somu støðu sum FSN.

Formaðurin nam eisini við oljuprotokollátið, sum hevur verið nógv umrøtt.

- Partur av ósemjuni millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag eru tær øktu oljuútreiðslurnar, og við seinastu samráðingar kom oljuprotokollátið inn í sáttmálan. Vit leggja okkum ikki út í ósemjuna millum feløgini, segði hann.