Ikki seyðalitir, men skakandi tilburðir

Tað verður av ongum við framløgu av bókini Seyðalitir á Marknoyri, men ístaðin eru skakandi tilburðir á skránni Ætlandi skuldi bókin Seyðalitir leggjast fram í gomlu handilshølunum á Marknoyri Í Vági leygardagin, men um hetta siga fyrireikararnir:

- Nú rithøvundurin aftanfyri bókina Seyðalitir hevur valt ikki at koma suður, so verður framløgan av bókini av ongum.

Tó verður tað soleiðis, at morgunkaffi er frá kl. 09.00 til kl. 12.00 og

umleið kl. 14.30 fara ung úr kvøldskúlanum í Sumba at undirhalda við

tónleiki, undir leiðslu av Fimmboða Lisberg.

Tó verður partur av bók eisini framlagdur ? tað er ein av persónunum, ið er

umrøddur í bókini Skakandi tilburðir 2, ið kemur at greiða frá hendingini tá

ið hann bleiv tikin av brimi í Mikladali. Hetta verður kl. 15.00.