Løgtingið fær ikki tað upprunaliga uppskotið um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap. Tað upprunaliga uppskotið, sum fiskimálaráðið gjørdi, fær ikki undirtøku í samgonguni.
Millum annað fæst ikki semja um, at tað almenna skal kunna selja fiskirættindi, og tí er tann parturin ikki í uppskotinum longur. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, við Útvarpið.
Hinvegin er framvegis ásett, at verandi rættindi verða galdandi til 2018, og at tey tá kunnu leingjast við fimm árum, um loyvishavarin lýkur treytirnar í lógini.
Uppskotið um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap kemur ætlandi í Løgtingið í næstu viku.










