Samgongustev og nýval
-Eg kann ikki taka undir við at fara út í eitt nýval nú. Eg skal ikki siga, at tað forkvinnan meldar út við ikki er skilagott. Tí er tað so, at alt flýtur út og flokkarnir í samgonguni ikki kunnu semjast meira, so eigur man at útskriva nýval sigur Sámal Petur í Grund, sum annars ikki heldur, at nakar annað tekur yvir í Tinganesi, nú tað er so stutt eftir av skeiðinum.
Sámal Petur í Grund hevur ikki gloymt, hvussu óheppið tað var at fáa eitt nýval heilt ófyriskipað á vári fyri trimum árum síðani. -Fer man nú aftur í eitt líknandi nýval, har ein nýggj samgonga skal taka sær av fíggjarlóg ol. so verður tað bara ein eins ring støða sum tá. Landsstýrismaðurin heldur ikki, at Sjálvstýrisflokkurin hevði atkvøtt fyri einum nývali nú, um ikki hinir samgonguflokkarnir eisini gjørdu tað.
-Men hví skal forkvinnan í tínum flokki tá fara út og tosa um nýval ? er tað bara fyri at markera flokkin?
-Eg veit tað ikki, men eg havi bara hoyrt hetta í pressuni sigur Sámal Petur, sum ikki dylur yvir, at hann gjørdist eitt sindur kløkkur av at síggja hesi úttalilsini hjá forkvinnu síni. ?Eg haldi tað er rættiliga drastiskt nú at fara út og rógva uppundir nýval. Hetta er so mín persónliga áskoðan.