ES OG FØROYAR
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Spurningurin um Føroyar og umheimin er ein trupul spurningur. Flestu politikarar eru samdir um, at núverandi støða er ikki nøktandi. Hvat skulu vit gera?
Møguleikarnir eru fleiri í tali. Føroyar kunnu fáa fullan limaskap í ES gjøgnum Danmark, júst sum Áland hevur tað gjøgnum Finnland. Føroyar kunnu royna at fáa ein EBS-líknandi sáttmála við ES, júst sum Ísland hevur tað við ES. Føroyar kunnu gerast limir í EFTA, og tann vegin koma tættari at fríum marknaðum og ES. Føroyar kunnu gerast fullveldisríki, og gerast limir í ES. Ella kunnu Føroyar velja onki at gera, sum eisini er eitt val, ið Óli Samró áður hevur víst á.
Ikki nøktandi støða
Løgmaður er greiður yvir, at kjakið um Evropeiska Samveldið er trupult. Hann ásannar, at núverandi støða hjá Føroyum er ikki nøktandi.
- ES-ráðstevnan legði upp til at fáa Føroyar lýstar í einum ES-samanhangi. Tað var fyri at fáa eina hóming av, hvørjar møguleikar vit hava. Í løtuni er støðan hon, at vit hava eina handilsavtalu við ES, sum bara snýr seg um vørur. Tað er ikki nøktandi, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Limaskapur í EFTA áhugaverdur
- EFTA er framvegis ein sera dynamiskur felagsskapur, sum víðkar sítt virksemi allatíðina. Ein limaskapur í EFTA hevði latið dyrnar upp fyri Føroyum. Tú fært atgongd til so øgiliga nógv. Eitt EFTA-samstarv er avgjørt ein møguleiki við hesi nýggju lóggavuni, sum samgongan hevur fingið ígjøgnum, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum leggur afturat, at gjøgnum EFTA avreiða vit ikki fiskivinnuna.
- Tað eru summi, sum hava ført fram, at missa føroyingar ræðið á fiskivinnuni, so missa vit okkara identitet, sigur løgmaður.
Ikki sannførdur um ES
- Eg eri ikki sannførdur um limaskap í ES. Men núverandi støða er ikki góð nokk. ES-limaskapur kann sjálvandi geva okkum veldigar fyrimunur, inklusiv tey fýra frælsini. Men trupulleikin er framvegis tann, at vit skulu avgeva fiskivinnuøkið. Í hesum sambandi er tað vert at dyrka, at Føroyar saman við Noregi og Íslandi ger felags front ímóti ES, sigur Jóannes Eidesgaard.
Óli Samró hevur ført fram, at um Føroyar, Ísland, og Noreg ganga saman um fiskivinnupolitikkin og seta nøkur krøv fram, so má ES finna eina semju við hesi trý londini, og so kann okkurt røkjast fyri, at fiskivinnupolitikkurin hjá ES verður broyttur.
Í hesum valskeiðnum
- Eg vóni, at vit í hesum valskeiðnum fáa ES-spurningin munandi meira greiddan og klárlagdan. Politikarar eru meira greiðir yvir, at isolering ber ikki til. Tað er semja ímillum samgonguflokkarnar, at núverandi støða er ikki góð nokk, og tað er í sjálvum sær eitt gott útgangspunkt til at finna eina politiska semju í ES-málinum, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
--
Í BOKSIR (3)
Mann hevur ongantíð í Føroyum kjakast um, hvat tað hevði merkt, um mann fór upp í fiskivinnupolitikkin hjá ES. -Jóannes Eidesgaard
Kjartan Jóhannson segði á ráðstevnuni um ES, at EBS-avtalan hevur havt ótrúliga ávirkan á íslendskan búskap. -Jóannes Eidesgaard
Kjakið um ES er ungt, og tað eru sera fáir aktørar í kjakinum. Vit mugu breiðka um kjakið. -Jóannes Eidesgaard