Ikki samkyndar prestar

Leiðslan í katólsku kirkjuni hevur nú sett sær fyri at sleppa burtur úr teimum stóru trupulleikunum, sum hon hevur havt av samkyndum prestum.

Sambært New York Times hevur umsitingin í Vatikaninum orðað eina nýggja reglugerð, sum millum annað skal forða fyri, at samkyndir menn sleppa at virka sum prestar, og ætlandi fer benadikt pávi at staðfesta reglugerðina í næstu viku, skrivar blaðið.

Samstundis hevur Vatikanið gjørt av at senda serligar eygleiðarar til USA, har teir skulu vitja allar teir 229 katólsku prestaskúlarnar. Ætlanin er, at eygleiðararnir skulu halda eygað við næmingunum eina tíð fyri at vissa sær, at eingin samkyndur er teirra millum.

Tað eru tó ikki øll, sum eru so fegin um tiltøkini hjá Vatikaninum. Fleiri halda, at tað ber als ikki til at forða fyri, at samkyndir menn sleppa ígjøgnum nálareygað. Tey vænta tí ikki, at reglurnar fara at loysa trupulleikarnar, sum tann katólska kirkjan hevur havt av samkyndum prestum.