Ása Olsen
valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum í Suðurstreym
Tað er ein sannroynd, at tørvurin á røktarheimsplássum kring landið liggur um 500-600 pláss, og er sjálvandi ein stórur partur her í Havn.
Hvar og undir hvørjum umstøðum eru hesi fólk? Heimarøktin er einasta stað tey kunnu fáa hjálp, og so við og við sum talið veksur á hesum tørvi, alt meðan Heimarøktin ikki fær tilsvarandi hækkan í síni játtan, so verður hjálpin eisini hareftir.
Ein má bara ásanna, at høvdu vit ikki havt starvsfólk í Heimarøktini í dag, við royndum og vilja til at fáa tingini til at fungera, so hevði verið illa vorið.
Tað er ein sannroynd, at bert tey fysiskt og phsykiskt sterku starvsfólkini klára trýstið, ið tað er, at renna hús úr húsið, altíð í tíðarneyð, og altíð at hava følilsi av, at ein ikki nær tað ein ynskir, tí at tørvurin bert verður størri og størri. Minnast skal eisini til, at tað er ikki sum á einum røktarheimi, at ein vakt avloysir eina aðra, og vit eru heldur ikki komin so langt, at vit kunnu veita hesum fólkum hjálp allar tíðir á døgninum. Nei í nógvum førum veit heimahjálpin tá hon hevur verið og hjálpt einum brúkara í song, at ongin kemur aftur fyrr enn næsta morgun.
Sum eg áður havi skrivað, so er bert eitt eldrasambýli í kommununi, og er tað greitt, at um býráðspolitikkarir høvdu havt vilja til at loysa teir stóru trupulleikarnar á eldra økinum, vóru minst fýra sambýlir í kommununi.
Tað er so lætt at koma við yvirskriftum, sum at vit ikki gloyma okkara gomlu o. s. fr. men tað er ein sannroynd, at tað er langt ímillum orð og gerð hesum viðv.
Ein fær eisini tað hugsan, serliga nú tosa hevur verið um kvinnur í politikki, at tað møguliga er tað, at tann kvinnuligi parturin manglar í hesum samanhangi.