Ikki síðsti sigurin

John Petersen, venjari hjá Skála, var ein ovurfegin maður í gjár.

Seinast hansara menn royndu at vinna var 3. apríl. – Eg eri sera, sera fegin og hetta er ein deilig kensla, staðfesti hann. John Petersen helt annars ikki, at spælið var nakað at rópa hurrá fyri, men róstu kortini leikarunum fyri góðan moral. Hann nevndi eisini ungu leikararnar, sum hann metti seg høvdu staðið væl, samstundis sum hann fegnaðist um, at tað var honum møguligt at seta royndar kreftir sum Boga Gregersen og Alexandur Johansen inn móti dystarenda at tryggja sigurin.