Ikki Rolling Stones tónleik saman við Trump

Rock legendurnar finna seg ikki í, at Donald Trump brúkar teirra tónleik á valstríðnum.

Donald Trump stríðist fyri at gerast forsetavalevni í USA, og hann hevur í hesum sambandi eisini nýtt tónleik. M.a. hevur hann nýtt løgini hjá Rolling Stones, ið kallast You Can't Allways Get What You Want og  Start Me Up.

 

Men hesum eru gomlu rockararnir í Rolling Stones nú troyttir av, og teir finna seg ikki í hesum longur.

 

Teir hava alment heitt á Trump um at gevast við at spæla teirra tónleik á veljarafundum.

 

Trump hevur spælt Rolling Stones, men eisini Elton John og opera tónleik.

 

Hóast tónleikararnir mótmæla, so er ikki víst, at Trump gevst, tí sambært The Hollywood Reporter hava politikarar vanliga ikki fyri neyðini at spyrja listafólk um eitt nú loyvi at nýta tónleik, um tiltøk eru á støðum, ið rindar tað, sum á okkara leiðum kallast koda-gjald.