Ikki ringt at vera blindtarmur

- Tað eru nógv sum halda, at Fuglafjørður er ein blindtarmur. Men er tað nú so ringt kortini? Eg meini, - tað er jú bara eitt geografiskt begreb, sigur Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði

- At vit í Fuglafirði liggja soleiðis fyri landafrøðiliga, tað fáa vit einki gjørt við. Býurin var áður eitt høvuðspláss, ikki minst orsakað av teim góðu møguleikunum fyri sjóvinnu.

Í dag er undirstøðukervið nógv broytt, ikki minst eftir at Norðoyatunnilin lat upp í 2006. Í dag koma teir flestu bilarnir als ikki til Fuglafjarðar, tí teir koyra annaðhvørt til Klaksvíkar ella til Havnar.

Mong vilja tí halda, at Fuglafjørður er vorðin meira avskorin í dag enn áður. Men fyri borgarstjóran, Sigurð Simonsen er hetta ikki bert eitt minus.

- Tað kann lýsast soleiðis, at tað er meiri friður yvir teimum fólkunum sum koma higar til býin. Nú koma tey higar og tey steðga á, ístaðin fyri bara at koyra ígjøgnum býin, sigur hann.

- Ja, hvussu nógv steðga veruliga á t.d. í Kollafirði, Søldarfirði og aðrastaðni, har góður vegur er gjøgnum bygdina?


900 skúlanæmingar

Er tað nakað sum Fuglafjørður er kendur fyri, man tað vera tað nógva vinnuliga virksemið og tað ríka mentanarlívið.

Umframt hetta, er býurin eisini ein rættiliga stórur skúlabýur. Í roynd og veru ganga umleið 900 næmingar í teimum ymisku skúlunum sum liggja í kommununi.

Í teimum báðu skúlunum á Kambsdali - Handilsskúlanum og Studentaskúlanum og HF-skeiðnum - ganga einir 600 næmingar, og í Fuglafjarðar skúla eru tey eini 300 í tali.

Nógv teirra koma úr øðrum støðum, m.a. grannabygdunum Leirvík og Gøtu, og úr Klaksvík. Men ein veruleiki er í øllum førum, at her savnast eitt stórt tal av lesandi ungdómi okkara.

At Fuglafjørður er ein slíkur skúlabýur krevur eisini sítt. Umframt ta nógv brúktu skúlarutuna við Leið 410, eru eisini gjørd ymisk arbeiði við at hampa um á Kambsdali, bæði við at planta og asfaltera.


Vit halda stand

Nógvar ymiskar teori’ir eru um, hvat krevst fyri at ein bygd ella kommuna kann menna seg í framtíðini.

Ein teirra er sjálvandi at hava góð skúlaviðurskifti og nóg mikið av arbeiðsplássum á staðnum. Ein onnur er at skapa umstøður hjá barnafamiljum at búseta seg.

Ella uppaftur betri, at ein hevur báðar møguleikarnar á einum og sama staði.

- Eg eri sjálvur av teirri sannføring, at vit skulu halda fast uppá fólkið, møguleikarnar at búseta seg og ikki minst uppá arbeiðsplássini. Vit mugu ongatíð bara hugsa um eitt teirra.

- Um vit hava hesa javnvágina, so klára vit at halda stand. Og um vit her í Fuglafirði hyggja eftir útlitinum framyvir, sær ikki so galið út, staðfestir Sigurð Simonsen.